Dysturin leygardagin verður á Tórsvølli.
Stóri dysturin í 14. umfari er dystin millum HB-KÍ. Sum skilst hevur HB fyri nøkrum vikum síðani havt ynski um at flutt dystin til fríggadagin, men KÍ segði nei. Skal dystur flytast, so skulu bæði liðini góðtaka tað. Annars skulu serligar orsøkir til at flyta dystin sum m.a. aðrar kappingar sum løgmanssteypið ella altjóða fótbóltur. Dysturin verður leygardagin kl. 17.00. Nú er eisini greitt, at dysturin verður á Tórsvølli.
Og hóast KÍ helst er favorittur til hendan dystin, so skal KÍ bróta framúr gongdina hjá HB á Tórsvølli síðstu árini. Tí síðani HB í 2020 fór at spæla regluliga á Tórsvølli vegna skifting av graslíkinum á ovara vølli og síðani av og á hevur spælt dystir á Tórsvølli, so hevur HB ongan dyst tapt. Hjá báðum liðum kemur dysturin á Tórsvølli møguliga eisini væl við til seinni í ár, tí kemur nakað av liðunum í 3. umfar, so skulu heimadystirnir spælast á Tórsvølli. Og so er tað finalan um løgmanssteypið síðst í oktober, har KÍ í øllum førum er favorittur at koma í. Í hálvfinalunum møtast Víkingur-HB og 07 Vestur-KÍ.
Hagtøl hjá HB á Tórsvølli síðani HB byrjaði at spæla har 28. juli í 2020:
Dystir tilsamans: 22
HB vunnið: 19
Javnleikir: 3
HB tapt: 0
Stig í miðal pr. dyst: 2,7
Málmunur: 75-14
Mál skorað í miðal: 3,4
Mál ímóti í miðal: 0,6
Kelda: FaroeSoccer