Í gjárkvøldið var avgerandi dystur á Skála millum Skála-HB hjá U15-gentum.
Skála skuldi vinna dystin, meðan HB kláraði seg við javnleiki. Úrslitið gjørdist 1-1 og sostatt vann HB FM hjá U15 gentum. Víkingur endaði á 3. plássi. Niðanfyri eru brot frá løtuni eftir dystin, har HB var blivin FM-vinnari. Upptøkuna eigur HB.