HB er inni í einum gyltum tíðarskeiði. Vit skulu 17 ár aftur fyri at finna eitt líknandi tíðarskeið yvir trý ár.
Í 2018 byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í HB, har felagið fór at gera stórar íløgur í at hava útlendskar venjarar, ið høvdu royndir á høgum stigi. Fyrst kom nógv vinnandi venjarin í Íslandi, Heimir Guðjónsson og síðani Jens Berthel Askou, ið hevði Superligaroyndir sum venjari. Enn kenna vit ikki úrslitini fyri 2021, men har hevur HB sett enn ein venjara við Superliga royndum, hesaferð so seint sum fyri nøkrum mánaðum síðani í Jonas Dal Andersen.
4 av 6
Sigast má, at nýggja konseptið hevur givið úrslit í HB. HB hevur vunnið 4 av 6 kappingum (FM 2018 og 2020 og Løgmanssteypið 2019 og 2020) og er nógv mest vinnandi felagið síðstu trý árini. Og fýra steyp uppá trý ár er ikki gerandiskostur í føroyskum fótbólti. Vit skulu aftur til 2004, har nakað liðið megnaði tað sama, tá HB eisini árini 2002-2004 megnaði at vinna fýra kappingar uppá trý ár. Í 1995-1997 og 1994-1996 megnaði GÍ eisini tað sama. Trý lið hava megnað at vunnið tvær greipur á rað og sostatt vunnið fýra kappingar uppá tvey ár. Tað var HB í 1981-1982, KÍ í 1966-1967 og HB í 1963-1964. HB hevur í ár møguleikan at blíva fyrsta liðið síðani 1982, sum vinnur greipuna tvey ár á rað.
Steyp (FM og løgmanssteypið) síðstu trý árini:
4: HB
1: KÍ og B36