Tað verður aftur ein venjari við Superliga-royndum, sum skal venja HB.
Jonas Dal Andersen er settur sum venjari og hevur hann gjørt sáttmála fram til og við 2022. Hann var venjari hja AC Horsens í Superliguni frá august til desember í 2020. Sostatt býta AC Horsens og HB um venjara nú.