Nú er greitt, hvør verður venjari hjá HB. Og tað verður eins og væntað U19-venjarin hjá OB.
42 ára gamli Kim Engstrøm verður nýggjur venjari hjá HB. Hann er venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann hevur havt síðani 2016. Har kann nevnast, at U19-liðið hjá OB vann danska meistaraheitið í 2020. Í 2021 gjørdi Kim nýggjan sáttmála fram til 2024. Frammanundan var hann U19-venjari hjá Vejle frá 2010 til 2016.