ÍF hevur fingið tilgongd av tveimum miðvallarleikarum.
Bæði Bogi Reinert-Petersen og Steinbjørn Olsen eru komnir til ÍF í vetur. Hákun Edmundsson hevur ikki sáttmála fyri 2021 og nú er greitt, at hann ikki heldur fram í ÍF, har sentrali miðvøllurin er væl mannaður. Enn er ógreitt, hvar Hákun spælir og sum skilst er ein møguleiki, at hann fer uttanlands. Í Føroyum er barndómsfelagið B68 helst sera áhuga at fáa Hákun í sín hóp, nú B68 aftur er í bestu deildini.