Íslendski toppvenjarin verður at síggja í føroyskum fótbólti í 2019.
Bolt.fo veit frá góðum keldum, at Guðjón Tórðarson er í Runavík í dag og fer innan stutta tíð at undirskriva sáttmála við NSÍ. Fyri stuttari tíð síðani skrivaðu vit um, at sami venjari var uppá tal í fleiri føroyskum liðum.
Guðjón hevur áður m.a. verið íslendskur landsliðsvenjari og hevur eisini verið venjari hjá Stoke.