Hann var í fjør venjari hjá NSÍ.
Íslendski Guðjón Tórðarson var í fjør venjari hjá NSÍ. NSÍ endaði á 3. plássi við 57 stigum, sum er tað næstmesta í søgu felagsins. Nú er greitt, at Guðjón aftur verður at síggja í íslendskum fótbólti. Hann er settur sum venjari hjá Víkingi Ó, sum eftir fimm umfør liggur á 9. plássi í næstbestu íslendsku deildini av 12 liðum. Tað boðar íslendska felagið frá. Hann verður fyribils venjari restina av hesum kappingarárinum.