Miðvallarleikarin hjá Víkingi er tann leikarin, sum er nógv best í deildini til at vinna bóltar frá mótstøðuliðnum á mótstøðuhálvuni.
Nú ein triðingur er leiktur, so er Geza tann leikarin, ið skarar framúr úr í partinum, har liðini vinna bóltarnar frammi á vøllinum. Eitt øki, sum hjá mongum liðum er sera týdningarmikið. Heðin Hansen hjá HB hevur vunnið 32 bóltar, men annars er Geza næstan tvífalt frammanfyri rest. Tølini eru frá InStat.
Vunnið bóltar frá mótstøðuliðnum á mótstøðuhálvuni:
40: Geza David Turi (Víkingur)
32: Heðin Hansen (HB)
25: Jákup B. Andreasen (KÍ)
20: Hørður H. Askham (HB)
18: René S. Joensen (KÍ), Eli F. Nielsen (B36) og Ari Ó. Ellingsgaard (Skála)
17: Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Mads B. Mikkelsen (KÍ) og Magnus H. Jacobsen (B36)