B68 hevur fingið tilgongd.
Vanligi eykamálverjin hjá B68, Ragnar Lindholm, er blivin skaddur, og tað hevur gjørt, at B68 hevur hugt eftir nýggjum málverja. Hann er nú komin uppá pláss. Talan er um Terja Brynjarsson, sum í ár hevur verið málverji hjá Undrinum í næstbestu deildini. Terji er 30 ára gamal og hevur áður umboðað B71 og B36.
B68 spælir leygardagin kl. 15.00 móti HB á heimavølli í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin.