B71 hevur fingið styrk úr B36. Talan er um málverja, ið áður hevur verði í A-landsliðshópinum.
B71 skrivar m.a.:
Afturat tí at vera tengdur at besta mansliðnum sum leikari og málmansvenjari, so kemur Símun Rógvi Hansen at hava ábyrgdina fyri regluligari málmansvenjing í felagnum minst ein dag um vikuna kappingarárið út. Hettar er í trá við málsetningin í felagnum um at tryggja fleiri venjarakreftir sum heild komandi árini, men ikki minst til børn og ungdóm.