ÍF/Víkingur skal hava nýggjan venjara til næsta ár.
Poul Helgi Jacobsen og Svenn Olsen vóru venjarar hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF/Víkingi í 2018. Liðið endaði á 4. plássi. Men nú skal liðið hava nýggjan venjara. Svenn Olsen er blivin høvuðsvenjari hjá B68, meðan Poul Helgi Jacobsen váttar fyri bolt.fo, at hann í 2019 verður partur av einum venjaratoymið hjá NSÍ, sum venur Betri Deildina, 1.deild og U21.
Sostatt hava báðir venjararnir hjá ÍF/Víkingi fingið nýggjar avbjóðingar í mansfótbólti. ÍF/Víkingur skal tí hava nýggjan høvuðsvenjara.