Víkingur hevur fingið fyrsta styrkin til komandi kappingarár.
Talan er um lokalan styrk. 30 ára gamli Hjartvard Hansen verður partur av liðnum hjá Víkingi í 2019. Tað váttar næstformaðurin í Víkingi, Ólavur Thomsen, fyri bolt.fo. Hjartvard spældi í ár sum miðverji við besta liðnum hjá ÍF, sum flutti upp í bestu deildina. Hann er uppvaksin í LÍF. Árini 2005-2015 spældi hann við besta liðnum hjá LÍF ella Víkingi. Hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 112 dystir í bestu deildini og hevur skorað 11 mál.
Hetta er fyrsti styrkurin uttanífrá til hópin hjá Víkingi. Næstformaðurin, Ólavur Thomsen, váttar, at arbeitt verður við at fáa meira styrk til Víking.