8. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður leikt í dag og í morgin. 07 Vestur fær vitjan frá TB/FCS/Royn í dag. Dysturin byrjar kl.13.00. Í morgin eru tríggir spennandi dystir á skránni. Fyrsti dysturin í morgin er kl. 12.15 í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti B36. Víkingur hevur bert fingið 3 stig hetta kappingarári, meðan B36 hevur 13 stig og liggur beint aftanfyri EBS/Skála og KÍ. Kl.12.30 spæla KÍ og HB í Klaksvík. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í ár, og tá vann KÍ tepran 2-1 sigur. So lagt er eisini upp til ein spennandi dyst, tá hesi bæði liðini møtast í morgin. Seinasti dysturin í 8.umfari er í Hólmanum á Eiði. EBS/Skála tekur ímóti NSÍ. Eftir eina heldur slaka byrjan hjá NSÍ, so er NSÍ liðið komið eitt sindur fyri seg, meðan EBS/Skála má vinna sínar dystir fyri at fylgja við KÍ. EBS/Skála vann 3-1 ímóti NSÍ fyrr í ár, tá liðini møttust.
Dystirnir hetta vikuskifti:
Leygardag:
Kl.13.00: 07 Vestur-TB/FCS/Royn
Sunnudag:
Kl.1215: Víkingur-B36
Kl.12.30: KÍ-HB
Kl.13.30: EBS/Skála-NSÍ