logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2021
    • Føroyingar uttanlands (yvirlit)
    • Lýsingar
Xads
Fleiri donsk fótbóltsfeløg senda leikarar og starvsfólk til hús
Mynd: Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens. Mynd: tipsbladet.dk

Fleiri donsk fótbóltsfeløg senda leikarar og starvsfólk til hús

Skrivað : Jákup Ósá | 21-03-2020 12:47

Hjálparpakkin hjá donsku stjórnuni hjálpir fótbóltsfeløgunum, sum eru komin illa fyri av koronakreppuni.

Í Danmark hava fleiri av feløgunum tað ikki gott fíggjarliga í hesi koronakreppuni. Kappingin er steðgað upp og eins og alla aðrastaðni er sera ógreitt, nær hon verður tikin uppaftur. Hetta ger, at feløgini onga inntøku hava og ógreitt er, um feløgini fáa allar sjónvarpspengarnar, um kappingin ikki verður spæld liðug við øllum dystunum. Hesir sjónvarspengarnir hava stóran týdning fyri donsku feløgini fíggjarliga.

 

Feløgini senda starvsfólk og leikarar til hús

Flestu av donsku feløgunum hava sent starvsfólk til hús, sum síðani kunnu fáa løn umvegis hjálparpakkan hjá landinum. Nøkur feløg m.a. Hobro, Lyngby, SønderjyskE, Esbjerg og AC Horsens hava sent leikararnar til hús umframt fleiri feløg í næstbestu deildini. Afturfyri yvirtekur landið uppgávuna at gjalda lønir til hesar leikarar og hesi starvsfólk, men hinvegin hava feløgini tá ikki krav uppá at seta nøkur krøv til hesar leikarar. Tað stendur tá leikaruum frítt, hvussu teir venja og um teir yvirhøvur venja.

- Vit senda starvsfólkini (leikararnar) heim í hesi støðuni, tí vit halda tað vera mest ábyrgdarfult yvirfyri okkara starvsfólkum, men eisini móti samfelagnum sum heild. Eingin av okkara leikarum skal útsetast fyri smittuvanda og harvið váða at blíva smittuberarar. Tí hava vit sent teir heim til at passa uppá seg sjálvar og sínar familjur. Heilustøðan hjá okkara starvsfólkum hevur hægstu raðfesting, og tí taka vit hetta stóra stigið. Vit eru sum so mong onnur nógv ávirkað av hesi støðuni og okkara tankar fara sjálvandi til øll tey, sum hava koronasmittuna tætt uppat lívinum, sigur Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, í einum tíðindaskrivi. Hjá fleiri øðrum feløgum verður fíggjarliga støðan mett at vera avgerandi. M.a. skrivar Kolding, sum spælir í næstbestu deildini, at felagið hevur sent starvsfólk og leikarar til hús fyri at koma heilskapað gjøgnum koronakreppuna soleiðis, at starvsfólk og leikarar eisini hava eitt starv, tá kreppan er av.

 

Landið hjálpir

Í Danmark er ein hjálparpakki møguligur at fáa hjá leikarum og starvsfólkum í fótbóltsfeløgum, sum vera sendir heim frá feløgunum. Tað ger at teir hesa tíðina fáa fulla løn frá landinum, meðan tað hjálpir til hjá fótbóltsfeløgunum at kunna bjóða teimum aftur í starv, tá koronakreppan er av. 

 

Bolt.fo hevur havt samband við nøkur føroysk feløg og sum skilst verður í løtuni kannað, hvørjir møguleikar eru hjá føroysku feløgunum. Í Føroyum hava vit eitt sindur øðrvísi samanseting av leikarum, tí tað eru leikarar, sum liva av fótbóltinum fulla tíð, hálva tíð og so er ein stórur partur, sum hevur fulltíðarstarv viðsíðuna av sáttmálanum frá fótbóltinum. Teir sum liva av fótbóltinum antin fulla ella hálva tíð eru fyri tað mesta útlendingar.

Share

Nýggjastu tíðindir

HB vann stórsigur í Fuglafirði
HB vann stórsigur í Fuglafirði
B36 hevur liðmenning í dag
B36 hevur liðmenning í dag
Skála vann móti liði úr Betri Deildini
Skála vann móti liði úr Betri Deildini
B36 vann á Eiði
B36 vann á Eiði
Fleiri venjingardystir eru fluttir
Fleiri venjingardystir eru fluttir
Álopsparturin hjá KÍ er styrktur
Álopsparturin hjá KÍ er styrktur
Leikaraflytingarnar millum topp 5 og botn 5 viga upp móti hvørjum øðrum
Leikaraflytingarnar millum topp 5 og botn 5 viga upp móti hvørjum øðrum
ÍF hevur sett hjálparvenjara
ÍF hevur sett hjálparvenjara
B36-EB/Streymur í Televarpinum fríggjakvøldið
B36-EB/Streymur í Televarpinum fríggjakvøldið
B68 kom í satt ódnarveður móti grannunum
B68 kom í satt ódnarveður móti grannunum
Kvinnulið í Føroyum søkir eftir íslendskum leikarum
Kvinnulið í Føroyum søkir eftir íslendskum leikarum
EB/Streymur fingið styrk
EB/Streymur fingið styrk
Kvinnuligur høvuðsungdómsvenjari til TB
Kvinnuligur høvuðsungdómsvenjari til TB
HB hevur vunnið 4 av 6 seinastu kappingunum
HB hevur vunnið 4 av 6 seinastu kappingunum
EB/Streymur/Skála hevur sett venjara
EB/Streymur/Skála hevur sett venjara
ÍF fær helst meira styrk
ÍF fær helst meira styrk
Delphin Tshiembe heldur ikki fram í HB
Delphin Tshiembe heldur ikki fram í HB
Hagtøl: So nógv mál og upplegg eru burtur samanborið við 2020
Hagtøl: So nógv mál og upplegg eru burtur samanborið við 2020
Bárður J. Hansen gjørt sáttmála við Víking
Bárður J. Hansen gjørt sáttmála við Víking
Jóhan Petur Poulsen: Vit hyggja eftir møguleikum at styrkja okkum
Jóhan Petur Poulsen: Vit hyggja eftir møguleikum at styrkja okkum

Komandi venjingardystir

26.01 KÍVíkingur

Leikaraflytingar 2021

LeikariFráTil
Elias MoustageThistedEB/Streymur
Delphin TshiembeHB(Ógreitt)
Bárður J. HansenNSÍVíkingur
Patrik JohannesenKÍEgersund
Elias FagráVíkingur(Givin)
Jesper ChristjansenNSÍ(Uttanlands)
Sjúrður Pauli NielsenÍFNSÍ
Ivar S. RønningRanheimKÍ
Ísak SimonsenKÍ(Givin)
Lukas EnevoldsenFC FredericiaB36
Sonni Ragnar NattestadB36Dundalk FC
Rói M. HentzeB36(Givin)
Gunnar ChristiansenKÍ (1.deild)ÍF
Salomon Kwao07 Vestur(Uttanlands)
Rafael Veloso07 VesturFK Gjøvik-Lyn
Jasper Van Der HeydenABKÍ
Heðin KlaksteinSkálaEB/Streymur
Steffan A. LøkinNSÍB68
Erlend JacobsenTromsøB68
Mathias ThraneBK FremB36
Bob SumarehEgersundKÍ
Stefan RadosavljevicB36HB
Salmundur BechNSÍFC Suðuroy
Bogi Reinert-PetersenVíkingurÍF
Bárður OlsenEB/StreymurB36
Tróndur JensenHBNSÍ
Maxwell Asare Bediako(Uttanlands)TB
Ronni Møller-IversenSkálaEB/Streymur
Bessijan KastratiStrømmen IFTB
Hjalti StrømstenSkálaB68
Michal PrzybylskiB36HB
Ole Erik MidtskogenKÍDundalk FC
Mikkel FrankochHB(Ógreitt)
Simon S. RasmussenKjellerupTB
Asbjørn HeðinsonAB07 Vestur
Nikola StoisavljevicB68TB
Mathias RosenørnEsbjergKÍ
Lukasz CieslewiczVíkingurB68
Silas EyðsteinssonAB07 Vestur
Jann BenjaminsenNSÍHødd
Bjarti V. MørkABHB
Øssur M. DalbúðHB(Ógreitt)
Bárður á ReynatrøðSkálaVíkingur
Mathias NygaardHB(Uttanlands)
Jógvan Rói DavidsenHB(Givin)
Filip ObadovicTB(Ógreitt)
Frederik MehderTB(Ógreitt)
Rasmus MøllerTB(Ógreitt)
Bjarki NielsenABB36
Poul IngasonTB(Ógreitt)
Árni FrederiksbergB36KÍ
Óli H. OlsenB68(Givin)
Lukasz JarosinskiKÍ(Uttanlands)
Steinbjørn OlsenKÍÍF
Ólavur NiclassenKÍÍF
David SkrbecKÍ(Uttanlands)
Andy OlsenÍF(givin)
Sebastian KronerTB(Uttanlands)
Vís meira

Spældir venjingardystir

24.01ÍF-HB0-5
22.01Skála-07 Vestur3-1
22.01EB/Str-B360-2
20.01NSÍ-B6811-1
16.01ÍF-B360-2
16.0107 Vestur-HB0-4
16.01Víkingur-Skála6-1
16.01B68-KÍ0-3
15.01EB/Streymur-NSÍ1-4

Toppskjútti í venjingardystunum

Aron KnudsenNSÍ3 mál
Mads MikkelsenHB2 mál
Klæmint OlsenNSÍ2 mál
Petur KnudsenNSÍ2 mál
Jørgen NielsenNSÍ2 mál

Upplegg í venjingardystunum

Petur KnudsenNSÍ4 upplegg
Meinhard JanusarsonNSÍ3 upplegg

Málstig í venjingardystunum (Mál + upplegg)

Petur KnudsenNSÍ6 mál/upplegg
Aron KnudsenNSÍ4 mál/upplegg
Meinhard JanusarsonNSÍ3 mál/upplegg
Benjamin HeinesenB363 mál/upplegg

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2021