Royndi álopsleikarin hjá Víkingi spælir ikki aftur í 2021.
32 ára gamli Finnur Justinussen er toppskjútti allar tíðir hjá Víkingi við 112 málum í 208 dystum sambært FaroeSoccer. Men tað kemur einki mál afturat hesum í 2021. Finnur var borin av vøllinum móti HB seinasta landskappingardyst eftir ein vanligan nærdyst. Og nú eru keðilig boð komin. Finnur hevur slitið krossbandið og spælir tískil ikki aftur í 2021.
Sum skilst ætlar Víkingur ikki út eftir nýggjum álopsleikara. Heldur verður tað ein sum er í felagnum frammanundan, sum fer at fáa møguleikan. Andreas L. Olsen og Jákup Johansen eru tveir møguleikar við royndum leikarum til álopsplássið, meðan Martin K. Joensen er eitt annað boð. 21 ára gamli Martin hevur skorað nógv mál bæði í 1.deild, U21 og U18. So seint sum leygardagin skoraði hann trý mál í 1.deildardysti.
Víkingur hevur truplar dystir fyri framman. Sunnudagin skal Víkingur møta B36 á Tórsvølli, meðan KÍ kemur á vitjan mikukvøldið 14. apríl.