Hann var millum lyklaleikararnar hjá TB/FCS/Royn í 2018.
Nú boðar FC Suðuroy frá, at 29 ára gamli miðverjin, Dennis Nielsen, hevur gjørt avtalu við felagið. Hann kemur at spæla við besta liðnum og vera venjari hjá U17-liðnum. Hann spældi allar minuttirnar hjá suðringum í 2018, men hevur spælt í Australia síðani.