Talan er um núverandi ella fyrrverandi landsliðsleikarar.
Atli Gregersen og Bogi Reinert-Petersen hjá Víkingi fingu báðir reytt kort móti B36 í 26. umfari. Tað gav teimum leikbann í tveir dystir og sostatt mugu teir sita uttanfyri í fjórðingsfinaluni móti TB mikudagin, men vera tøkir aftur til eina møguliga hálvfinalu. Magnus H. Jacobsen hjá B36 fekk reytt kort móti NSÍ í 27. umfari. Tað fekk hann leikbann í tveir dystir fyri og tískil verður hann ikki tøkur aftur fyrr enn í eini møguligari finalu hjá B36. Eingin leikari hevur leikbann vegna ov mong gul kort. Harafturat fekk AB-liðskiparin Sørin Samuelsen reytt kort í 27. umfari og má sita uttanfyri móti B36 mikudagin. Hann stendur í løtuni til at hava leikbann bert hendan eina dystin.