Tá Liverpool og Bayern Munchen spæla 1/8 finalu í Champions League týskvøldið, tá verður tað við føroyskari luttøku, tá liðini ganga út á leikvøllin á Anfield.
Tað er ein sponsk sjónvarpsrás, sum hevur valt at seta fokus á føroyskar Liverpool fjepparar. Í hesum sambandi vildi sjónvarpsrásin hava eina føroyska gentu millum 7-9 ár og sum var millum 105 og 135 cm at vera maskottur til hendan stóra Champions League dystin. Og afturfyri slapp hendan gentan saman við mammu síni ókeypis til Anfield, har hendan gentan skal leiða ein Liverpool leikara á vøllin týskvøldið. Valið fall á 8 ára gomlu Eliu Enghamar, sum er 8 ár og 132 cm. Mamman, Annika G. Enghamar, gleðir seg til týskvøldið.
- Eg og dóttir mín halda nógv við Liverpool, og tað ger pápin eisini. Hann bað okkum melda okkum til, tá søkt bleiv eftir einari gentu. Tað vísti seg at Elia livdi upp til settu krøvini. Tað er í samband við, at ein sponsk sjónvarpsrás fer at gera ein dokumentar um føroyskar Liverpool fjepparar, at hetta bar til. Leygarmorgunin komu starvsfólk frá hesi sjónvarpsrásini heim til okkum við hesum óvæntaðu boðunum. Gleðin var stór, og nú skal hetta bara njótast. Vit skulu møta kl. 18.00 týskvøldið á Anfield saman við hinum maskottunum til hendan dystin. Hetta er stórt fyri okkum og ein ‘’einaferð í lívinum’’ uppliving, sigur ein spent Annika G. Enghamar við bolt.fo.
Liverpool og Bayern Munchen spæla kl. 20.00 týskvøldið fyrru 1/8 finaluna á Anfield.