Skuldi HB í minsta lagi vunnið heimadystin so hevur tað stóran týdning fyri stríðið um at varðveita fýra lið í Evropakappingum komandi árini.
Í løtuni liggja Føroyar á 48. plássi (dotnar eitt pláss niður í summar), meðan Montenegro liggur á 52. plássi av teimum 55 UEFA londunum. Fyri at fáa fýra pláss, so skal ein verða nr. 50 ella hægri. Munurin hjá Føroyum niður til nr. 51 er so mikið stórur, at tað verður neyvan sannlíkt, at Føroyar detta har niður í summar. Tískil koma Føroyar at varðveita fýra lið annað árið á rað. Men fyri framtíðina hevur tað stóran týdning at fáa úrslit og serliga móti kappingarneytunum kring hetta 50. plássið.
Var talan um ein landskappingardyst, so var hetta ein sonevndur ‘’6 stigsdystur’’, tí ein føroyskur sigur ger bæði, at Føroyar fáa stig og at Montenegro einki stig fær. Montenegro hevur ikki fingið góð úrslit síðstu árini í felagsfótbólti og fyri listan um eitt ár, so liggur Montenegro í løtuni á 54. plássi, bara frammanfyri San Marino. Buducnost er klárt besta liðið í Montenegro, um vit hyggja eftir landskappingini síðsta kappingarár, har liðið vann við 28 stigum niður til nr. 2. Hetta felagið hevur síðstu árini sent lið út frá londum sum Estlandi, Kasakhstan og Norðurmakedonia. Kappingarnar í Montenegro endaðu 30. mai, so talan er ikki um eitt lið við nógvari dystarvenjing. Føroysk lið hava bara royndir móti liði frá Montenegro í 2018, men tær eru góðar, tí tá vann B36 seg víðari samanlagt móti IFK Titograd, sum tó ikki er eins sterkt lið í heimligu kappingini sum hetta, ið HB møtir.
Higartil í summar er tað bara San Marino, ið hevur fingið færri stig enn Føroyar. Føroyar hava í løtuni 0,500 stig, men vinnur HB t.d. heimadystin hóskvøldið, so koma Føroyar uppá 0,833 stig. Tá fara lond sum Montenegro, Wales, Gibraltar og Noðrurmakedona møguliga afturum treytað av teirra úrslitum seinni í hesi vikuni.
Stuðlað UEFA Conference League umrøðuni hjá HB á bolt.fo hevur Tórshavnar kommuna