23 ára gamli bakkurin hevur síðstu fýra árini spælt á besta liðnum hjá Víkingi.
Nú er greitt, at Elias ikki spælir við besta liðnum hjá Víkingi í ár. Tað váttar venjarin, Jóhan Petur Poulsen, fyri bolt.fo. Elias spældi sambært FaroeSoccer 14 dystir í landskappingini í 2020. Tað er ógreitt, um Elias fer at spæla á næstbesta liðnum hjá Víkingi ella um hann fer at skifta felag. Elias hevur fyrr í vetur verið nevndur uppá tal í ÍF, har tvillingsbeiggin, Hans Jákup Lervig, spælir.