Teir hava royndir m.a. úr Víkingi og TB.
Heðin Askham, venjari hjá 07 Vestur, var gestur á FM1 í dag. Har segði hann m.a., at 07 Vestur hevur 29 ára gamla Dánjal Paula Lervig og 29 ára gamla Heina Mortensen til royndarvenjing.
Dánjal Pauli spældi seinast í bestu deildini í 2017 fyri HB. Hann er skrásettur fyri 48 dystir í bestu deildini fyri Víking og HB. Í 2020 spældi hann við næstbesta liðnum hjá HB.
Heine Mortensen hevur sambært FaroeSoccer spælt 34 dystir í bestu deildini, allar fyri TB og TB/FCS/Royn. Hann spældi við næstbesta liðnum hjá TB í 2020.
Heðin Askham segði, at 07 Vestur leitar eftir einum álopsleikara og einum miðvallarleikara. Hugt verður m.a. eftir, hvørjir leikarar fara at leypa av í HB og B36, segði hann.