Føroyar fingu sítt flottasta úrslit í fleiri ár á Tórsvølli í kvøld.
Føroyar spældu ein framúrskarandi dyst frá byrjan til endans í kvøldsins dysti. Håkan Ericson, venjari, rakti plett við leikaravali og taktikki. Fitt av vindi var og Føroyar dugdu at brúka hendan í fyrra hálvleiki til at fáa sálvsálit og trúnna uppá at fáa eitt ott úrslit. Trýstið bleiv í løtum lagt lagt frammi á vøllinum og tað órógvaði Turkaland. Tað var sum um, at føroyingar dugdu at tillaga seg umstøðurnar, har tað sum stóð á taktikktalvuni gjøgnum vikuna kanska var lagt eitt sindur til síðis, tá veðrið nú var sum tað var við undanvindi fyrra hálvleik, har tó einki mál kom.
Málini komu í seinna hálvleiki. Fyrst legði Sølvi Vatnamar innfyri til Viljorm Davidsen, sum skoraði annan heimadystin á rað. Og so økti Jóan Símun Edmundsson eftir bólt afturum verjuna frá Jákupi B. Andreasen. Móti endanum minkaði Turkaland uppá ein av fáu málmøuleikunum, sum Turkaland fekk. Tað endaði 2-1 og talan var um ein uppibornan sigur, har samlaða liðavrikið stóð sterkt í myndini.
Tað búgva 85 milliónir í Turkalandi, ið er ein stór fótbóltstjóð, og 54.000 í Føroyum. Eitt framúrskarandi flott úrslit og avrik í kvøld.
Til lukku til hóp, FSF, Skansan og allar Føroyingar!
Stuðlað landsliðsumrøðuni á bolt.fo í 2022 hevur: