Nú er avgjørt, at HB-miðverjin ikki heldur fram.
29 ára gamli danski miðverjin spældi sambært FaroeSoccer 10 dystir í fjør, har skaðar forðaðu fyri, at tað blivu til fleiri dystir. Í vetur hevur verið ivamál, um miðverjin fór at halda fram í HB. Men tað er tað ikki longur.
- Vit rokna ikki við, at hann heldur fram, sigur nýggi HB-venjarin Jonas Dal Andersen í stuttari viðmerking við bolt.fo.
HB er frammanundan væl mannað í miðverjuni. Bartal Wardum, Hørður Askham og Samuel Chukwudi spæla allir har eins og Heðin Hansen eisini spældi ein part av kappingarárinum í fjør í miðverjuni við góðum úrslitum.