Her er topp 5 listi yvir væntað upplegg.
Daniel Johansen úr HB legði upp til 21 mál í landskappingini, sum var fimm meir enn nakar annar. Hann er eisini tann, sum sambært hagtølunum hjá InStat átti at lagt upp til flest mál, enntá nøkur fleiri mál enn hann átti. Sum heild hava liðfelagarnir hjá teimum við hægst væntaðum uppleggum ikki verið nóg skarpir, tí væntað upplegg liggur nakað hægri enn veruliga talið av uppleggum hjá teimum øllum fimm.
Væntað upplegg í landskappingini 2020:
1. Daniel Johansen (HB) 26
2. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 22
3. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 21
4. Árni Frederiksberg (B36) 19
5. Jann Benjaminsen (NSÍ) 19
Eingin annar hevði hægri enn 14.
Hyggja vit so eftir, hvørjir leikarar løgdu upp til flest mál, so vóru hesir fimm í topp 6. Petur Knudsen úr NSÍ legði upp til fleiri mál enn Jóannes, Árni og Jann.
1. Daniel Johansen (HB) 21
2. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 16
3. Petur Knudsen (NSÍ) 16
4. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 14
5. Árni Frederiksberg (B36) 13
6. Jann Benjaminsen (NSÍ) 12
6. Patrik Johannesen (KÍ) 12
6. Ole Erik Midtskogen (KÍ) 12
6. Stefan Radosavljevic (B36) 12
Stuðlað FM-endabrestinum í 2020 hava:
Málarameistari RND tlf. 264682
Málarameistararnir Falkenberg tlf. 213151
Pólar – Varta akkumulatorar til øll endamál