B36 fær og missir undan Conference League.
B36 fór úr Føroyum sunnudagin og var í Bosnia & Hersegovina mánadagin. M.a. fyri at venja seg við tann nógva hitan, sum er har í summar. Onkrar dagar í vikuni hava hitastigini ligið væl omanfyri 30.
Jákup Mørk, formaður, í B36 er við á ferðini og hann letur væl at fyrireikingunum. Hann sigur, at Brian Jakobsen er ikki tøkur vegna skaða og mest sannlíkt spælir hann ikki nakran Evropadyst í summar. Annars eru allir mans tøkir. Sum sást á myndini, so venur lyklaleikarin Andrass Johansen nú við aftur. Í álopinum er tunt, nú Brian er skaddur og Uros Stojanov er farin til annað felag. Formaðurin í B36 sigur, at í B36 hava tey eyguni opin eftir at fáa styrk til álopið, men hetta eydnaðist ikki undan freistini til at skráseta leikarar til 1. umfar í Conference League. Jákup Mørk sigur, at málið hjá B36 er at halda dystinum ‘’á lívi’’ til seinna dystin í Føroyum.
Borac-B36 spæla hósdagin kl. 17.00.
UEFA Europa Conference League umrøðan 2022 av B36 á bolt.fo er gjørd í samstarvi við: