Víkingur setti tveir leikarar á vøllin, sum báðir skoraðu, meðan ein triði átti upplegg.
Tað bleiv ein spennandi dystur í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld. Í fyrra hálvleiki høvdu liðini góðar møguleikar at skora, men tá kom einki mál. Víkingur átti munin í góðum møguleikum.
Í seinna hálvleiki kom B36 á odda beinanvegin við brotssparki. Víkingur tók yvir og B36 vísti seg at hava fleiri lyklaleikarar, sum máttu skiftast út tíðliga. Magnus Egilsson(gult kort), Magnus H. Jacobsen og Lukas Enevoldsen(gult kort) vóru allir skiftir út áðrenn Víkingur javnaði í 67. minutti. Hinvegin skifti Víkingur leikarar inn, ið gjørdu stóran mun. Málið skoraði innskifti Ari Olsen. Víkingur trýsti fyri at fáa sigursmálið og í síðsta minutti skoraði innskifti Finnur Justinussen eftir upplegg frá innskifta Inga Jonhardsson.
Víkingur vendi dystinum og vann sær trý stig og spenningurin um meistaraheitið er sostatt varðveittur, har Víkingur er seks stig aftanfyri KÍ, har liðini hava ein innanhýsis dyst eftir í Sarpugerði.