Leygardagin og sunnudagin vórðu fýra dystir spældir í Betri Deildini hjá kvinnum. Ímun til fjør so eru tað í ár 8 lið deildini, har 07 Vestur og AB/B71 er nýggj lið í deildini.
Leygardagin vórðu tveir dystir á skránni. EBS/Skála tók ímóti AB/B71, meðan 07 Vestur fekk vitjan av HB. Talan var um tveir stórsigrar, har EBS/Skála vann 5-0 á AB/B71, har EBS/Skála legði bragdliga fyri og var á odda 5-0 í hálvleikinum. Á Dungasandi vann HB 6-0 eru tær á odda í Betri Deildini hjá kvinnum við best málúrtøku.
Sunnudagin var lagt upp til ein spennandi dyst norðuri Við Djúpumýru í Klaksvík. Føroyameistarnir úr KÍ tóku ímóti NSÍ, sum væntast kann at fara at geva KÍ kvinnunum harða kapping. KÍ vann 3-1 í einum dysti, har spenningurin helt sær heilt til 85. minutt, tá KÍ avgjørdi dystin við málið frá Rutt Gregersen.
Á ovara vølli í Gundadali spældu B36 og Víkingur. Her var talan um ein spenanndi dyst, sum Víkingur vann tepurt 1-0. Mona Rasmusdóttir skoraði einasta málið í dystinum, tá hálvur tími var spældur av dystinum.
Komandi vikuskifti eru aftur fýra dystir á skránni. EBS/Skála og 07 Vestur spæla leygardagin, meðan dystirnir sunnudagin eru AB/B71-NSÍ, HB-B36 og Víkingur-KÍ.
Úrslitini í 1.umfari:
EBS/Skála-AB/B71 5-0 (5-0)
07 Vestur-HB 0-6 (0-4)
B36-Víkingur 0-1 (0-1)
KÍ-NSÍ 3-1 (2-1)