Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin í bestu kvinnudeildini.
Dystirnir í 1. umfari eru:
07 Vestur-HB
EB/Str/Skála-AB/B71
KÍ-NSÍ
B36-Víkingur
Televarpið skrivar:
Í ár fara vit at senda beinleiðis frá dystum í Betri Deildini hjá kvinnum. Í fyrstu atløgu er talan um ein dyst í hvørjum umfari. Vit byrja í Klaksvík, har ið KÍ tekur móti NSÍ. Tað er á Rás1 sunnudagin kl. 15.