B71 hevur fingið nýggjan venjara.
Fyrr í ár var ein íslendskur venjari hjá B71, men síðstu vikurnar hevur Eli Hentze staðið við fyribils ábyrgdini til dystirnar sambært dómaraseðlanum. Nú hevur B71 sett nýggjan venjara fyri restina av árinum. Talan er um 32 ára gamla Christopher Harrington úr Írlandi. Hann hevur seinastu tíðina vant kvinnulið í Íslandi.
B71 liggur á 7. plássi í 1.deild við 22 stigum. bara tvey stig eru niður til 9. pláss, sum merkir niðurflyting. B71 hevur 7 dystir eftir at spæla.