Eftir dagsins umfar eru trý tey fremstu liðini langt frammanfyri hini, meðan spenningurin øktist í kappingini um 4. plássið og at sleppa undan niðurflyting.
KÍ, Víkingur og HB vunnu øll á útivølli og staðfestu, at tey helst fara at liva upp til, at næstan øll væntaðu júst hesi trý liðini í topp 3 undan hesum kappingarárinum. Hjá KÍ skoraði Anders Holvad sigursmálið í einum minni góðum dysti, har B36 burdi komið á odda, men annars ikki var nær við at hótta KÍ allan seinna hálvleik. Hjá HB var Samuel Chukwudi aftur í hópinum og spældi ein part av seinna hálvleiki á høgra bakki. Nýggi HB-venjarin hevur fult stigatal áðrenn oddaliðið KÍ vitjar leygardagin. Víkingur var uttan sínar báðar álopsleikarar fyrr í kappingini. Men Jákup Johansen fekk møguleikan í álopinum og hann skoraði bæði málini hjá Víkingi.
Í botnstríðnum vóru B68 og AB stóru vinnararnir hetta umfarið. B68 avgjørdi á Skála móti endanum og hevur nú ikki so langt upp um niðurflytingarstrikuna. Í Sørvági vann AB og er komið uppá 16 stig. Hóast alt rumblið uttanfyri vøllin og øll venjaraskiftini, so hevur tað ítróttarliga gingið frálíkt hjá AB, sum er nógv nærri Evropaplássi enn niðurflyting.
Úrslitini í dag:
B36-KÍ 0-1
NSÍ-HB 0-2
EB/Streymur-Víkingur 1-2
07 Vestur-AB 1-3
Skála-B68 1-2