Gongst sum ætlað, so fær B68 tilgongd av í øllum førum einum miðverja, ið hevur spælt á høgum stigi.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so verða nógvir leikarar til royndarvenjing hjá B68 komandi tíðina. Í løtuni er ein dani, Niels Jensen, ið hevur spælt í Danmarksseriuni, til royndarvenjing. Í næstum koma tveir leikarar úr Gambia at royndarvenja og um eina viku kemur ein póllendingur at royndarvenja. Seinni í januar koma tveir leikarar frá Senegal. Sum skilst er stórur møguleiki fyri, at annar av hesum, ein miðverji, fer at gera sáttmála, tí hann kemur frá einum av toppliðunum í bestu deildini í Senegal. Men enn er alt eitt sindur óvist, tí royndarvenjingarnar koma eisini at verða avgerandi.
Tilgongd higartil:
Sebastian Lau Nielsen
Pedro T. Anton
Gilli Samuelsen
Frágongd:
Chris Jastrzembski
Helgi Johannesen