Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men B36 stóð eftir sum vinnari á Tórsvølli í kvøld.
B36 er víðari til 2. umfar í Europa League. B36 vann 4-3 móti Levadia á Tórsvølli. B36 var aftanfyri 1-0, kom á odda 2-1, var aftanfyri 3-2 og kom á odda 4-3, ið gjørdist úrslitið eftir longda leiktíð. Talan gjørdist sostatt um ein sera hendingaríkan dyst. Serliga eyðsýndir á B36-liðnum vóru Sebastian Pingel og innskifti Hannes Agnarsson í álopsspartinum. Sebastian Pingel skoraði tey bæði fyrstu málini og legði upp til vinnandi málið, sum Hannes Agnarsson skoraði.
Í 2. umfari kann B36 møta stórfeløgum sum Tottenham og AC Milan. Í hinum dystinum í kvøld tapti NSÍ 6-0 í Skotlandi móti Aberdeen.