Vit hava hugt eftir áskoðarainntøkunum úr roknskapinum 2019.
Feløgini hava skilt ímillum áskoðarainntøkur í heimligum kappingum og Europa-kappingum. Her taka vit áskoðarainntøkurnar í heimligu kappingunum fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum. HB, B36, NSÍ, Skála og AB høvdu í 2019 14 heimadystir, meðan hini høvdu 13 heimadystir. Í steypakappingini komu HB, KÍ, Skála og Víkingur til hálvfinalurnar, og høvdu tí flest dystir har. B36 hevði størstu áskoðarainntøkuna fyri heimligu kappingarnar í 2019. B36 hevði heimadyst, tá FM-finalan millum B36-KÍ var leikt á síðsta leikdegi. Táverandi formaður í B36, Jákup Mørk, sigur við bolt.fo, at tað vóru 3.342 gjaldandi áskoðarar hendan dagin. Tað eru 267.360 kr., ið svarar til 36,6 % av samlaðu inntøkunum ella meir enn ein triðing.
Áskoðarainntøkur í 2019 fyri heimligar kappingar:
1. B36 730.819 kr
2. KÍ 640.779
3. HB 448.675
4. NSÍ 342.026
5. Víkingur 286.344
6. Skála 268.692
7. TB 234.784 (atgongumerkjasøla og luttøkugjald)
8. EB/Streymur 238.150
9. AB 204.560
10. ÍF 199.005
Tilsamans: 3.593.834
Um vit ímynda okkum, at dystirnir í ár vera leiktir uttan áskoðarar, so kemur tað at kosta feløgunum tilsamans áleið 3,5 milliónir um vit taka útgangsstøðið frá í fjør. Hetta umfatar ikki feløgini í lægri deildunum.