Í morgin verður ein videofundur í UEFA fyri øll 55 limalondini, ið væntast at fáa stóran týdning fyri restina av fótbóltsárinum 2020.
M.a. skal UEFA viðgera spurningin um EM-endaspælið í summar og endaspælið i Champions League og Europa League. Skulu stóru landskappingarnar spælast lidnar, so verður helst neyðugt at útseta EM-endaspælið eitt ár. At EM-endaspælið verður útsett eitt ár er tað, sum er nógv gitt í útlendskum miðlum, men tað er meira torført at meta um, hvussu endaspælið í Champions League og Europa League skal avgreiðast.
Hósdagin skal Premier League taka støðu til, hvør ætlan skal leggjast framyvir og tann ætlanin møguliga at vera nógv ávirkað av, hvørja avgerð UEFA tekur í morgin við sínum kappingum.