Verjuleikarin við flest uppleggum í 2019 heldur ikki fram á Skála.
21 ára gamli U21 landsliðsleikarin Ari Olsen heldur ikki fram á Skála. Hann var verjuleikarin í Betri Deildini við flest uppleggum í ár (10). Ari váttar fyri bolt.fo, at hann skiftir felag, men vil ikki seta navn á komandi felagið.
Sum bolt.fo skilir frá góðum keldum, so fer Ari Olsen at skifta til Víking, har Eyðun Klakstein verður venjari. Eyðun kennir Ara frá Skála, har báðir hava verið síðstu tvey árini.