Nú er greitt, hvar Andrias Edmundsson spælir komandi árini.
Sum bolt.fo skrivaði í gjár, so var 19 ára gamli Andrias Edmundsson á veg til spanskan fótbólt. Nú boðar spanska felagið Águilas FC frá í 4. bestu sponsku deildini frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska U21-landsliðsleikaran fyri komandi árini. Felagið fegnast, tí Andrias hevði nógv tilboð aðrastaðni frá.