Víkingur fekk tað lættari enn væntað, meðan KÍ og HB fingu tað truplari enn væntað.
Í Trongisvági vann 07 Vestur tryggan sigur á TB. Í Gundadali vann HB móti AB, men tað var ikki meir enn akkurát, tí AB var leingi á odda 1-0, áðrenn HB vendi tí og vann 2-1. Í Klaksvík fekk KÍ sera óvæntað trupulleikar av ÍF, tí tað vóru meir enn 80 minuttir leiktir, áðrenn KÍ fekk hol á. KÍ vann at enda 3-0, men KÍ-leikararnir vóru sera óneyvir í avgerandi støðunum fram til síðstu løtuna av dystinum. Á Tórsvølli var spennandi, um góða gongdin hjá B36 síðstu tíðina móti niðaru liðunum fór at merkja, at liðið kundi bjóða einum topp 2 liði av. Men tað vísti seg ikki, tí hóast B36 vísti betri hugburð enn í landskappingardystinum millum liðini, so var stórur munur á liðunum stóran part av dystinum. Víkingur spældi ein góðan dyst og vann 2-0. B36 hevur sostatt framvegis ikki skorað móti nøkrum topp 4 liði í ár.
Úrslitini:
TB-07 Vestur 1-4
KÍ-ÍF 3-0
HB-AB 2-1
B36-Víkingur 0-2