Venjarin hjá HB-kvinnum roknar við einari spennandi finalu, hóast HB hevur vunnið allar innanhýsis dystirnar móti EB/Streymi/Skála í landskappingini.
HB hevur havt avbjóðingar
Venjarin hjá HB leggur dent á, at hetta ikki hevur verið eitt lætt kappingarár hjá HB.
- Áðrenn kappingarbyrjan vistu vit, at Lea Hansen og Simona Heinesen vóru úti við langtíðarskaðum. Milja R. Simonsen sum skoraði heili 28 mál í fjør, valdi at halda ein steðg frá fótbóltinum í ár. Sarita Maria Mittfoss sum eisini gjørdist ein týdningarmikil leikari fyri okkum seinasta kappingarár, valdi at fara aftur til B36. Tilgongdin til liðið vóru tveir málverjar fyri okkara skadda málverja, og frá ungdómsrekkjuni hjá HB. Okkara lið hevur havt nógva mótgongd viðvíkjandi álvarsomum skaðum í ár. Fyrst so fekk liðskipari okkara Ása á Reynatúgvu ein álvarsligan knæ-skaða, og er hon úti líka til næsta summar. Nadja Dam Johannesen, sum er ein av stinnastu verjuleikarum í Føroyum, var tíverri eisini so óheppin at fáa alvorligan liðbandsskaða í fótin. Hon er tó byrja at venja aftur, og verður partur av hópinum til finaluna. Eitt sum hevur eyðmerkt okkara lið, er at óansæð frágongd, skaðar o.a., so hava leikarar ment seg og verði klárir tá heitt hevur verði á teir, sigur Allan Dybczak við bolt.fo.
HB skorar flest mál
HB hevur skorað 48 mál í landskappingini og tað eru 18 mál fleiri enn liðið, ið hevur skorað næstflest mál.
- Leikskipan og leikháttur er munandi broyttur frá seinasta ár, og sæst hetta aftur í, at vit eiga topp 3 á toppskjúttaralistanum. Liðið er væl fyri fysiskt, og vita vit, at vit kunnu vinna á øllum liðum í deildini, men tíverri vísur stigatalvan eisini, at um vit ikki eru klár, so kunnu vit tíverri eisini tapa, sigur venjarin hjá HB undan steypafinaluni.
Væntar javnan dyst móti styrktum EB/Streymi/Skála
EB/Streymur/Skála byrjaði árið, har nógvir leikarar manglaðu, men nú finalan er, er liðið næstan tað sama sum tað var til finaluna seinasta ár. Ansy, Margunn, Kára, Anna, Rakul, Durita M., Lea og Silja eru allar á liðnum nú. Av finalu-liðnum hjá okkum í 2018 mangla Milja, Simona, Sarita og Ása. Vit hava vunnið allar innanhýsis dystirnar í ár, men hava allir verði tættir á vøllinum. Vit vænta, at tað blívur ein javnur dystur, men vit ætla at vinna. Eftir tríggjar harðar dystir uppá átta dagar høvdu vit nógvar smásnuddir, men alt venjaratoymið hevur arbeitt uppá at gera liðið klárt til hesa spennandi uppgávuna. Væntandi verða flestu av leikarunum klárir til finaluna, sigur Allan Dybczak at enda við bolt.fo.
Steypafinalan hjá kvinnum byrjar leygardagin 16.30 á Tórsvølli.
Stuðlað steypafinalu-umrøðunum 2019 á bolt.fo hava Tórshavnar Kommuna og Eysturkommuna