Leikarin við flest málstigum hjá HB síðstu fýra árini roynir seg uttanlands í hesum døgum.
Hann royndi seg í AC Horsens undan jólum og í dag skrivar AC Horsens, at Adrian nú aftur venur við. Tað er helst tekin um, at AC Horsens hevur áhuga í føroysinginum við tí framúr sparkinum. Venjari hjá AC Horsens er fyrrverandi HB-venjarin Jens B. Askou.
Adrian hevur sáttmála við HB til kappingarenda 2023.