Framtíðin á Argjum sær spennandi út.
AB vann steypafinaluna hjá U21 í kvøld í spennandi finalu móti B36. Rói V. Klakstein legði AB á odda, men Rani í Soylu javnaði. Í seinna hálvleiki vísti Rói V. Klakstein aftur sera gott máltev, tá hann kom framum B36-verjuleikara og fekk prikað bóltin í málið. Síðstu løtuna trýsti B36 nógv, men AB helt tørn og vann 2-1.
Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at AB vinnur steypakappingina hjá U21/U18/Unglingum. Í 2018 vann AB FM á fyrsta sinni hjá U21, so tað kundi bent á eina spennandi framtíð á Argjum.
Sostatt fekk AB eina góða upptakt til avgerandi upp- og niðurflytingardystin móti B68 sunnukvøldið.