Fótvarpið er aftur, nú við ein special um Premier League:
"United hava keypt onkran pilt úr Porto" ;
"Øll svigerfamiljan heldur við Liverpool, so eg eri friðaligur til døgurðaborðið" ;
"Onkur skipari fer at senda hatursmail, nú eg kritiseri Burnley..."
Fótvarpið hevur fingið nógvar fyrispurningar um at viðgera Premier League, og nú eydnaðist tað endiliga. Vit tosa um spælarakeyp, hvør fer at vinna PL, hvør verður besti leikari og mangt annað. Tað bar ikki til at fáa Jóannes at práta um PL. Tí máttu vit út at finna gestir við sterkum meiningum. Til alla góða eydnu funnu vit tveir gullklumpar og bjóða hervið Julian Joensen og Magnus L. Ovason vælkomnan í Fótvarpið.