AB var eisini nær við at vinna móti EB/Streymi.
Undan dystinum var eitt styrkt NSÍ-lið við Sámal Erik Hentze sum venjara helst favorittur á heimavølli móti 07 Vestur. Men einasta málið skoraði Jasper Van Der Heyden í 72. minutti. Sigurin ger, at NSÍ framvegis er á 8. plássi.
Á Argjum var AB nær við at vinna kanska ein heldur óvæntaðan sigur við sínum nýggja liði, men í yvirtíðini javnaði Rói Olsen við flottum langskoti.
Úrslitini í kvøld:
AB-EB/Streymur 1-1
NSÍ-07 Vestur 0-1