Tað sigur nýggi HB-venjarin, sum fyri fyrstu ferð skal standa á odda fyri einum liði í eini bestu deild fyri vaksin.
Kim Engstrøm hevur síðstu árini vant U19-liðið hjá OB. OB-heimasíðan hevur tosað við nýggja HB-venjaran.
- Eg síggi hetta sum eitt sera stórt stig fyri meg á míni venjaraleið og eg gleði meg nógv til at koma í gongd í HB. Tað er ein stórur møguleiki fyri meg og tað er ein sera spennandi avbjóðing. Eg komið til tað avgjørt størsta og siðvenjuríkasta felagið í Føroyum, sum hvørt einasta ár spælir við um meistaraheitið. Harafturat hevur felagið siðvenju fyri at spæla altjóða fótbólt og í summar skulu vit spæla undankappingardystir í UEFA Conference League, sigur Kim Engstrøm við heimasíðuna hjá OB.
Heimasíðan vísir á stóra arbeiði sum Kim saman við øðrum hava framt á akademinum, har OB nú er í toppinum av donskum fótbólti. Stóra úrslitið hjá Kim var í 2020, tá OB vann danska meistaraheitið hjá U19.