Her eru tey 10 nøvnini.
Menningin í føroyskan fótbólti síðstu árini hevur m.a. gjørt, at fleiri og fleiri lið hava mett fysiska partin hjá einum hópi so týdningarmiklan, at tey hava havt ein fysiskan venjara sum part av venjaratoyminum. Í 2021 hava øll ein tílíkan venjara knýttan til hópin. Tað er tó ymiskt, hvussu stóran part av kappingarárinum hesir arbeiða. Í t.d. HB arbeiðir danski Sebastian Dam fulla tíð sum fysiskur venjari hjá felagnum, meðan summir venjarar eru knýttir til liðini fram til kappingin byrjar. Hjá summum feløgum eru hesir venjarar eisini knýttir til onnur lið enn Betri Deildarliðið. Níggju menn og ein kvinna eru fysiskir venjarar í Betri Deildini hjá monnum í 2021.
Fysiskir venjarar í Betri Deildini 2021:
HB: Sebastian Dam
NSÍ: Gudmundur Danielsen
KÍ: Elisabet Vang
B36: Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
Víkingur: Hans Mikkelsen
ÍF: Sonni Eliassen
EB/Streymur: Magnus D. Madsen
TB: Jón Bjarnason
07 Vestur: Pól Hendrikur Andreasen
B68: Kenneth Bergkvist