Hagtølini hjá HB í dystinum móti KÍ benda á eitt óvanliga vánaligt avrik.
InStat hevur skrásett 171 dystir hjá HB í føroyskum fótbólti aftur til og við 2016. Á fleiri økjum í álopspartinum var dysturin hjá HB móti KÍ sunnudagin tann vánaligasti av teimum 171 dystunum.
HB móti KÍ:
Hornaspørk: 0 (einaferð áður hent í 171 dystum)
Innlegg: 3 (vánaligasta nakrantíð í 171 dystum)
Hava bóltin: 35 % (næstlægsta í 171 dystum, skerda HB-liðið hevði færri í 1-1 dystinum í 1/8 finaluni móti KÍ í 2020 við 32 %)
Hendingar í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum: 4 (lægsta nakrantíð í 171 dystum)