Tá ÍF spælir móti NSÍ í kvøld, so verður tað við hjálparvenjaranum fyrr í ár sum høvuðsvenjara.
Ólavur Larsen, sum hevur verið hjálparvenjari í ár undir Hegga Samuelsen, kemur í kvøld at standa á odda fyri ÍF eftir, at Hegga Samuelsen í vikuni gavst sum venjari hjá ÍF. Tað er eisini greitt, at Abraham Løkin ikki verður høvuðsvenjari hjá ÍF, hvørki í kvøld ella í ár.
Dysturin millum NSÍ og ÍF byrjar kl. 19.00.