Ósemja millum liðskipara og leiðslu ger nú, at liðskiparin følir seg noyddan at takka fyri seg.
30 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 257 dystir í bestu deildini. Burtursæð frá 2017, so hevur hann síðani 2007 á hvørjum ári spælt við besta liðnum hjá barnsdómsfelagnum ÍF. Tey síðstu árini sum liðskipari.
Var ikki við móti TB
Tá ÍF spældi í Trongisvági móti TB seinasta umfar, so vóru m.a. liðskiparin Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic ikki í hópinum. In.fo hevði viðmerking frá venjaranum, Hans Jørgen Djurhuus, sum segði, at at teir ikki vóru við, tí teir hildu seg vera størri enn venjarin og felagið. In.fo hevði frammanundan fingið upplýst, at tað var komið ilt millum hesar báðar leikararnar undir venjing. Seinni skrivaði dimma.fo, at báðir framvegis vóru partur av hópinum, men Jan Ó. Ellingsgaard harmaðist um støðuna og tað, ið var komið alment út um íkomnu støðuna.
Er givin í ÍF
Men nú er greitt, at ÍF-liðskiparin ikki longur er partur av ÍF-hópinum.
- Eg kendi meg noyddan at taka ein trupulleika upp, sum hevur verið í hópinum gjøgnum alt árið. Tíverri vóru eg og leiðslan ikki samd um, hvussu trupulleikin skuldi loysast, og tað kendist ikki rætt at halda á fram aftaná tað, sigur Jan Ó. Ellingsgaard við bolt.fo.
ÍF liggur á 6. plássi í Betri Deildini við 23 stigum fyri 22 dystir.