Allir útlendingarnir koma ikki at spæla við AB frá byrjan.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so hava AB og ÍF gjørt eina samstarvavtalu sum ger, at tveir av nýggju útlendsku leikarunum blíva leigaðir til ÍF fram til summarsteðgin. Sum skilst hava teir verði til venjing hjá ÍF í vikuni. Tað ljóðar, at talan er um Elvio Gelmini og Santiago Lebus, sum AB kunngjørdi í dag.
Dagført kl. 20.20: ÍF og AB vátta nú avtaluna fyri leikararnar.
Lið hava bara loyvið at brúka fýra útlendskar leikarar samstundis, sum ikki eru norðurlendingar.