Liðini hava alt frá trimum til fimm dystir eftir í øðrum triðingi av kappingini í Betri Deildini hjá monnum.
Tá liðini hava spælt 18 dystir, so hava øll spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum og tá eru tveir triðingar av kappingini avgreiddir. Í løtuni er sostatt ymiskt, hvat fyri dystir liðini hava eftir í øðrum triðingi.
Dystirnir, ið eru eftir, eru:
Sum sæst, so er ymiskt, hvussu nógvar dystir liðini hava eftir. Summi hava fimm dystir og summi hava tríggjar dystir. Men vit síggja, at talan er um nógvar innanhýsis dystir bæði í topp 5 og botn 5. Í topp 5 líkist alt uttan hjá HB, sum hevur ein dyst fleiri móti botn 5 enn hini. Í botn 5 hevur ÍF sum einasta liðið fleiri dystir eftir móti topp 5 enn botn 5.